Kortsnið – treytir at góðkenna
Stig 1 av 5
Treytir at lesa og góðkenna:

Kortið skal góðkennast av peningastovninum áðrenn virknað. Peningastovnurin skilar sær rætt til at góðkenna/avvísa myndirnar á kortinum, uttan nærri frágreiðing

Kortbíleggingarnar verða viðgjørdar eftir niðan fyri nevndu treytum:

  • Kortið skal ikki innihalda nøvn, bústaðir, netbústaðir ella tekst í heila tikið
  • Kortið kann ikki innihalda búmerkir, vørumerkir ella tílíkt
  • Nýtast kunnu ikki myndir ella annað tilfar, har íð onnur eiga upphavsrættindini
  • Búmerki hjá Norðoya Sparikassa skal týðiliga framganga á kortinum
  • Metallitir kunnu ikki nýtast sum botnlitur
  • Myndir av persónum krevja loyvi frá persóninum ella næstu avvarðandi. Norðoya Sparikassi gongur út frá, at slík loyvi fyriliggja, men kann til eina og hvørja tíð krevja at fáa skrivligt loyvi
  • Kortið skal ikki innihalda ástoytandi ella hóttandi myndir ella átrúnaðarligan ella politiskan boðskap